Kæran viðgjørd: Ljósmøðurnar fáa ikki viðhald

Kæran viðgjørd: Ljósmøðurnar fáa ikki viðhald
Ljósmøðurnar fingu ikki viðhald í kæruni móti stjóranum og leiðsluni á Landssjúkrahúsinum
Føðideildin. Lukkuligasta stað á jørð fyri summi, ótolandi arbeiðsstað fyri onnur
 
16.07.2017 - 10:06

Í samlaðu niðurstøðuni til kæruna, ið var 23 síður, sigur Heilsumálaráðið, at talan er um sera ymisk viðurskifti, sum tað verður kært um, har tað í nøkrum førum er torført ella ógjørligt hjá HIMR at koma við einari greiðari niðurstøðu.

Samstundis, er tað heldur ikki møguligt at koma við eini samlaðari niðurstøðu, sum er eintýdd.

Skeivur móttakari

Partarnir av kæruni eru um sáttmálarbrot, og her sigur Heilsumálaráðið seg ikki vera rættan kærumynduleika, men at um ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum meta, at stjórnin hevur framt áhaldandi sáttmálabrot, eiga tær at fara til Ljósmøðrafelag Føroya, sum kann taka tað upp við sáttmálapartin, sum í hesum føri er Fíggjarmálaráðið, ella felagið leggur kærurit beinleiðis fyri Fasta Gerðarrætt til støðutakan. 

Ljósmøðurnar kærdu eisni um samstarvstrupulleikar við leiðslu og fakbólkar, og her sigur Heilsumálaráðið seg fara at heita á stjórnina á Landsjúkrahúsinum um at gera alt fyri at avbjóðandi samstarvstrupulleikarnir verða loystir beinanvegin.

Ljósmøðurnar sendu kæruna hálvan apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887