Føroyingarnir hava vitnað í drápsmáli

Føroyingarnir hava vitnað í drápsmáli
Teir sjey føroysku fiskimenninir, ið vóru við Polar Nanoq, tá ein íslendsk kvinna varð myrd í januar, vóru í gjár í rættinum í Hafnarfirði
Teir sjey føroysku fiskimenninir, sum vórðu avhoyrdir í Birnumálinum í gjár, høvdu alt gott at bera grønlendska manninum, sum sambært ákæruritinum beindi fyri Birnu Brjánsdóttur í januar
 
19.07.2017 - 08:27

Teir sjey føroysku fiskimenninir, sum vórðu avhoyrdir í Birnumálinum í gjár, høvdu alt gott at bera grønlendska manninum, sum sambært ákæruritinum beindi fyri Birnu Brjánsdóttur í januar. 

Menninir vóru við sama trolara sum tann ákærdi, Polar Nanoq. Teir vóru vitni í rættinum í Hafnarfirði í gjár. 

Málið heldur fram tann 21. august. Tá verður ákærdi maðurin væntandi avhoyrdur. Hann var ikki í rættinum í gjár. 

Einki "óvanligt" við ákærda

Polar Nanoq skuldi fara úr Íslandi hósdag, tveir dagar fyri drápið, men varð seinkaður, tí skipið bíðaði eftir fólki úr Grønlandi.

Morgunblaðið skrivar frá rættarfundinum, at øll vitnini søgdu, at einki óvanligt var við ákærda manninum, eftir at skipið fór úr Íslandi. Ikki fyrr enn avgjørt var at venda við eftir boðunum frá íslendsku løgregluni broyttist hann.

Yvirmenninir vóru samdir um ikki siga manninum, hví teir vendu við. Hann fekk bara at vita, at teir høvdu maskinskaða. Og internetið umborð bleiv sløkt.

Noktar seg sekan

Tá maðurin, sum nú er ákærdur, fekk eini sms-boð frá einum íslendskum journalisti, sum spurdi um bilin, hann hevði leigað í Íslandi, og um Birnu Brjánsdóttur, kom fjáltur á hann. 

Seinni fekk hann sms-boð frá gentu sínari, sum segði, at kanska var hann undir illgruna. Hetta var okkurt um 15 tímar eftir, at skipið, sum var veg til fiskiskap undir Grønlandi, vendi við aftur til Íslands. 

Fyrsti stýrimaður royndi at sissa mannin og gav honum eina sissandi tablett. 30 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Birnu Brjánsdóttur á ógvisligan hátt, noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628