Hittust á toppfundi

Hittust á toppfundi
Russiski forsetin Vladimir Putin og amerikanski forsetin Donald Trump hittust tvær ferðir á G20-toppfundinum í Hamburg herfyri
Putin og Trump hittust tvær ferðir tá G20-toppfundur var í Hamburg herfyri, sambært útlendskum fjølmiðlum
Mynd: AP  
 
19.07.2017 - 10:40

Tað er nú komið fram, siga útlendskir miðlar. Hvat teir báðir forsetarnir tosaðu um á teimum báðum fundunum hava Hvítu húsini ikki sagt nakað um, sigur bretska kringvarpið, BBC.

Viðurskiftini teirra millum hava stóran áhuga, eftir at skuldsetingar hava verið frammi um, at samband hevur verið millum fólk hjá Trump og russar undir forsetavalstríðinum í USA í fjør.

Seinni fundurin millum forsetarnar báðar var til ein privatan døgurða fyri leiðararnar á G20-toppfundinum fyrr í mánaðinum. Amerikanski forsetin var einsamallur á fundinum og Putin hevði ein tulk við, sigur BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010