Norðsjóvartoskurin er nú umhvørvisgóðkendur

Norðsjóvartoskurin er nú umhvørvisgóðkendur
Toskastovnurin í Norðsjónum er komin so væl fyri seg, at veiðan hevur fingið umhvørvisgóðkenning frá MSC
 
19.07.2017 - 16:53

Norðsjóvartoskurin hevur seinastu tíggju árini verið hildin at verið hóttur, eftir at stovnurin minkaði niður í 36000 tons í 2006.

Men tiltøk so sum stongdar leiðir og nýggj trol hava gjørt stóran mun, sambært MSC, sum nú hevur givið toskafiskiskapinum í Norðsjónum sína umhvørvisgóðkenning.

BBC skrivar, at góðkenningin frá MSC er ein ásannan av, at fiskiskapurin hjá skotsku og ensku skipunum í Norðsjónum er "burðardygg og fult út sporfør." Tá toskastovnurin var størstur, var hann 270.000 tons. Hetta var í 70´unum.

Men tá stovnurin var í botni í 2006, fór fiskivinnan saman við skotsku stjórnini og fiskivinnumyndugleikunum í ES undir eina endurreisingarætlan. Og MSC sigur nú, at ætlanin hevur givið so góð úrslit, at veiðan nú kann seljast við stemplinum hjá MSC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584