Streymur drap neyt

Streymur drap neyt
Níggju neyt doyðu í einum fjósi á Norðoyri í gjár av elstoyti. Óvist er um neytini vóru sjúk
Elskipanin í einum fjósi á Norðoyri var orsøkin til, at níggju neyt doyðu í gjár. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið
 
19.07.2017 - 11:51

Eftir at ein elektrikari hevur kannað rúmið, har sum átta kýr og ein tarvur doyðu í gjáramorgunin, er niðurstøðan tann, at elskipaninin er orsøkin.

Neytini hava fingið stoyt, tá tey til dømis hava fingið sær at eta. Neytini í einum øðrum rúmi í sama húsi eru á lívi. Tað var klokkan 10:30 í gjár, at boð komu av Norðoyri á Borðoynni, at níggju neyt lógu deyð.

Óvist um neytini vóru sjúk

Ikki er talan um vanrøkt ella um, at nakar hevur gjørt seg inn á neytini, sigur politiið. Fóðrið er heldur ikki orsøkin ella skaðilig luft í rúminum.

Ikki er tó greitt enn, um sjúka kann hava beint fyri neytunum. Tað skuldi møguliga kannast, áðrenn neytini blivu brend á Hagaleiti í gjár. 

Men nú í morgun hevur politiið fingið at vita frá elektrikaranum, sum hevur kannað elskipanina í rúminum, har neytini gingu. Hon var í slíkum standi, at hon kann hava beint fyri teimum níggju neytunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585