Siglingin um Nólsoyarfjørð skerjast

Siglingin um Nólsoyarfjørð skerjast
Nólsoyingar missa nú ein túr við Ternuni. Grundin er dýrari havnagjøld til høvuðsstaðarkommununa
 
20.07.2017 - 16:09

Vegna hækking av havnagjøldum til Tórshavnar Havn er neyðugt at taka ein túr úr ferðaætlanini á Nólsoyarleiðini, skriva Strandfaraskip Landsins á heimasíðuni.

Talan verður um túrin mikumorgnar klokkan 9:30 av Havnini til Nólsoyar, ið fellur burtur. Broytingin tekur við í viku 34, tað er mánadagin 21. august.

Broytingin í siglingini um Nólsoyarfjørð er galdandi árið út, skriva Strandfaraskip landsins á heimasíðuni, ssl.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652