Sleppa ikki at loysa

Sleppa ikki at loysa
Russiski trolarin, Kapitan Sulimov, ið kom inn við fýra deyðum monnum fríggjadagin, sleppur ikki úr Føroyum uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum
 
20.07.2017 - 13:36

Tá trolarin, sum liggur á Sundi, ætlar at fara, skal Sjóvinnustýrið hava boð, so tað, áðrenn trolarin loysir, kann senda fólk umborð at kanna, um trygdin er vorðin í lagi hjá manningini.

Tað sigur Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Annars hevur Sjóvinnustýrið einki við málið at gera, tí skipið var ikki í føroyskum sjógvi, tá vanlukkan hendi. 

SÍ EISINI Komu inn við fýra deyðum monnum

Kapitan Sulimov kom á Sund fríggjadagin við fýra deyðum monnum. Staðfest varð, at menninir doyðu av koliltueitran. Hana fingu teir, tá eldur var í pakkingardeildini. 

Fólk frá russiska sjóvinnumyndugleikanum kom til Føroya týsdagin, og mánadagin kom fólk frá reiðaríinum hjá Kapitan Sulimov til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964