Einki frætt aftur

Einki frætt aftur
Kaldbaksfólk hava einki frætt aftur frá Heilsu- og innlendismálaráðnum um kæruna um grótið eystan fyri Sundsá
 
21.07.2017 - 14:17

Tey fingu ikki viðhald frá Innlendismálaráðnum í fyrsta umfari. Innlendismálaráðið segði í avgerðini, at økið eystan fyri Sundsá var hvørki partur av Kaldbaks kommunu ella Tórshavnar kommunu, tá kommunurnar løgdu saman í 1977. Tá fór Sund eisini upp í Tórshavnar kommunu.  

Innlendismálaráðið sigur, at økið var partur av Hoyvík, sum seinni legði saman við Tórshavnar kommunu. Tað var árið eftir, í 1978. 77 fólk í Kaldbak skrivaðu undir kæruna um Tórshavnar kommunu.

Kaldbaksfólk vóru ikki nøgd við niðurstøðuna hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, og bóðu í farnu viku ráðið at umrøða kæruna av nýggjum.

Um tað verður gjørt, er ikki greitt, tí kaldbaksfólk hava einki frætt aftur frá heilsu- og Innlendismálaráðnum, sigur Ingi á Smið, limur í Kaldbaksnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819