Alivinnan verður størri enn fiskivinnan

Alivinnan verður størri enn fiskivinnan
Altjóða stovnarnir, OECD og FAO, siga, at í 2025 fer fiskalingin upp um 100 milliónir tons
 
24.07.2017 - 12:49

Um fýra ár fer fiskaaling fram um fiskiveiði í nøgd.
Altjóða stovnarnir, OECD og FAO, siga, at í 2025 fer fiskalingin upp um 100 milliónir tons. 
Frá 2007 til 2016 vaks alingin 5,3 prosent í miðal um árið. 
Frá 2017 til 2026 verður roknað við, at alingin veksur í miðal 2,6 prosent um árið.
Men longu í 2021 fer alingin fram um fiskiveiðina í tonsatali.
OECD og FAO vænta eisini, at fiskurin sum frá líður verður dýrari eftir 2020. Tá fer prísurin at hækka hvørt ár.
Stovnarnir vænta eisini, at fólk fara at eta meira fisk, enn tey gera nú.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819