Spyr um fosturtøkur í Danmark

Spyr um fosturtøkur í Danmark
Føroyanevndin spyr fyri Magna Arge, fólkatingsmann, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fáa fosturtøku í Danmark
 
24.07.2017 - 08:44

Nú fæst at vita, um nøkur tøl eru, sum siga, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.  

Danski heilsumálaráðharrin, Ellen Trane Nørby, hevur fingið ein fyrispurning frá Føroyanevndini í fólkatinginum, sum spyr fyri Magna Arge, fólkatingsmann.

Sagt verður, at í Statistisk Årbog 2017 stendur, at í 2013 vóru 36 fosturtøkur í Føroyum fyri hvørji 1000 fødd børn. 

Í Danmark var hetta talið 259 í 2014.

Danska lógin er lagaligari

Magni Arge sigur, at ein orsøk kann vera tann, at Danmark fekk eina nýggja fosturtøkulóg í 1973.

Hon er lagaligari enn gamla lógin frá 1956, sum tó framvegis er galdandi í Føroyum.

Men ein onnur frágreiðing kann vera tann, sigur Magni Arge, at nógvar føroyskar kvinnur fáa fosturtøku uttanlands.  

Heilsumálaráðharrin fær tí spurningin, um nøkur hagtøl eru um hesar kvinnur.

Spurt verður, hvussu nógvar kvinnur, sum búgva í Føroyum, hava fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, og hvussu nógvar hvørt árið.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858