Sýtir fyri at hava gjørt loyniligar avtalur

Sýtir fyri at hava gjørt loyniligar avtalur
Versonur amerikanska forsetan verður avhoyrdur fyri afturlatnum hurðum í Senatinum í dag
Jared Kuschner er ráðgevi hjá verfaðirinum i Hvitu húsunum
Mynd: AP  
 
24.07.2017 - 11:46

Versonur amerikanska forsetan, Jared Kuschner, vísir aftur, at hann hevur gjørt loyniligar avtalur við nakra útlendska stjórn undir valstríðnum upp undir amerikanska forsetavalið í fjør.

Kuschner er giftur við dóttur Donald Trump, Ivanku Trump, og hann er ráðgevi hjá forsetanum.

Hann hevur latið tíðindastovuni AP eitt skjal í 11 síðum um málið.

Hoyring í Senatinum

Seinni í dag verður Kuschner avhoyrdur í Senatinum, sum hevur eina hoyring  um viðurskiftini í sambandi við forsetavalið í heyst. 

Hoyringin verður fyri afturlatnum hurðum.

Kuschner sigur í skjølunum, sum AP hevur fingið, at hann hevði í fýra førum samband við russar, men eingin av hesum fundum var óhóskandi.

Kuschner, sum eisini er handilsmaður og løgfrøðingur, sýtir fyri, at russar hava fíggjað handilsvirksemi hjá sær

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652