Útróðrarmenn ótolnast eftir niðurstøðu

Útróðrarmenn ótolnast eftir niðurstøðu
Landsstýrismálanevndin viðger framvegis eina kæru frá MÚ um Høgna Hoydal, landsstýrismann
Absalon í Buð er formaður í Meginfelagi Útróðrarmanna
 
24.07.2017 - 07:56

Ivaleyst verða fiskidagarnir fyri næsta fiskiár ásettir, áðrenn Landsstýrismálanevndin svarar eini kæru um fiskidagarnar í hesum fiskiárinum, sum endar 31.august.

Høgni Hoydal hevur fingið freist til 7.august at svara viðmerkingum, sum Meginfelag útróðrarmanna sendi Landsstýrismálanevndini 2.juni.

MÚ ótolnast

Meginfelag útróðrarmanna ótolnast nú eftir niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini um kæruna hjá felagnum, sum varð send nevndini 13.desember í fjør.

Meginfelagið hevur kært Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyri mátan, hann ásetti fiskidagar fyri árið 2016-2017.

Tað tykist løgið, nú løgtingið fer til hús og bara nakrar vikur eru til tingið skal áseta fiskidagar fyri næsta fiskiár, at eingin niðurstøða er, heldur Meginfelag Útróðrarmanna, sum spyr um niðurstøðan kemur, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri árið 2017-2018.

Ikki stundir

Landsstýrismálanevndin sigur seg ikki hava havt stundir til at viðgera málið liðugt. 

Landsstýrismálanevndin hevur tríggjar aðrar kærur, sum ikki eru avgreiddar, tvær um Høgna Hoydal og eina um Henrik Old.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584