JFK-samtakið 45 mió. kr. í avlopi í fjør

JFK-samtakið 45 mió. kr. í avlopi í fjør
Feløgini í samtakinum rindaðu 800 fólkum tilsamans 300 milliónir kr. í lønum í fjør
Kósin rindaði 70 mió. kr. í lønum í fjør
 
25.07.2017 - 14:16

Feløgini í JFK-samtakinum høvdu slakar 45 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Skatturin var tilsamans 10 milliónir kr, upplýsir samtakið.

Úrslitið hjá JFK var 20,6 milliónir kr., hjá Kósini 6,1 millión, og úrslitið hjá felagnum Nærabergi var slakar 18 milliónir kr.

Umleið 530 fólk vóru í føstum starvi hjá JFK í fjør, men tilsamans fingu 800 fólk løn frá samtakinum, tilsamans 300 milliónir kr.

JFK rindaði 117 milliónir í lønum, Kósin 70 milliónir, og Næraberg rindaði 98 milliónir kr. í lønum í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010