Leita eftir stjórum til Betri

Leita eftir stjórum til Betri
Stjórastørvini í P.f. Betri og Betri banka verða lýst leyst, samstundis sum leitað verður eftir egnaðum fólki
P.f. Betri og Betri banki skulu hava hvør sín stjóra
 
25.07.2017 - 12:10

P/F Betri leitar nú eftir stjórum til P/f Betri og til Betri banka.

Soleiðis sum politisku signalini eru nú, verður ikki farið aftur til gamla leistin við sama stjóra í P/f Betri, Betri banka, Betri trygging og Betri pensjón.

Tað sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í P/f Betri.

Hann sigur, at stjórastørvini, sum nú skulu setast, verða eisini lýst leys, samtundis sum leitað verður egnaðum fólki.

Eftirlitið segði nei

Tryggingareftirlitið góðkendi fyrst í juli ikki, at Súni Schwartz Jacobsen var forstjóri í P/f Betri og forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón, tí hann var forstjóri í Betri banka. 

Hetta var galdandi fyri Súni Schwartz Jacobsen persónliga, ikki fyri stjórastørvini sum so.

Skal avgerðin hjá Tryggingareftirlitinum kærast til Vinnukærunevndina, skal Súni Schwartz Jacobsen sjálvur kæra hana.  

Men hann er farin úr Betri samtakinum. 

Tveir stjórar

P/F Betri fer tó ikki at seta eitt fólk í forstjórastørvini aftur, sigur Birgir Nielsen.

Nú verður søkt eftir stjóra til P/f Betri og stjóra til Betri banka.  

Danin Bjørn Mortensen er fyribilsstjóri í Betri banka og Mortan Poulsen er fyribilsstjóri í P/f Betri.

Jean Djurhuus er stjóri í Betri Trygging, og Helgi L. Petersen er stjóri í Betri Pensjón.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585