Rúsevni: 11 fólk tikin í Grønlandi og Danmark

Rúsevni: 11 fólk tikin í Grønlandi og Danmark
 
25.07.2017 - 15:16

Politiið tók í gjárkvøldið og í nátt 11 fólk í Nuuk í Grønlandi og í Danmark í einum stórum átaki móti rúsevnum.

Væntandi verða fleiri handtøkur aftrat, sigur politiið í tíðindaskrivi. Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

Handtøkurnar eru úrslit av rannsóknum í langa tíð. Og í nátt vórðu so rannsóknir gjørdar nógvastaðni og handtøkur framdar. Fleiri vápnaðir politistar vóru við í átakinum.

Tey handtiknu kom til grundlógaravhoyring í býarrættinum í Nuuk seinni í dag , væntandi fyri læstum hurðum, sigur politiið, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar til málið nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585