Semja um Nólsoyarleiðina

Semja um Nólsoyarleiðina
Havnargjaldið fyri Ternuna hækkar ikki fyrr enn næsta ár
 
25.07.2017 - 14:48

Túrurin hjá Ternuni til Nólsoyar mikumorgnnar verður kortini ikki strikaður í ferðaætlanini.

Strandferðslan og Tórshavnar havn hava gjørt semju um, at havnargjaldið ikki hækkar fyrr enn næsta ár.

Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur í stuttari viðmerking, at nú Tórshavnar havn hevur slakað í málinum, fer Strandferðslan ikki at skerja túratalið kortini. 

Ætlanin var, at túrurin mikumorgnar klokkan 9.30 til Nólsoyar skuldi takast burtur, tí havnargjaldið fyri Ternuna hækkaði. Men hækkingin er nú útsett til næsta ár.

Sambært Jónsveini Lamhauge, havnarmeistara í Havn, er talan um 38.000 krónur.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858