Stjórnarkreppa í Svøríki

Stjórnarkreppa í Svøríki
Borgarliga andstøðan ætlar at leggja fram uppskot um misálit á stjórnina hjá Stefan Løfven, forsætisráðharra
Stefan Løfven er hart kroystur av KT-gøluni í Transportstyrelsen
 
27.07.2017 - 08:30

Stjórnarkreppa er í Svøríki, og nú klokkan níggju fæst at vita, um stjórnin hórar undan.

Tá verður ein tíðindafundur. sigur svenska kringvarpið, SVT.

Orsøkin er, at fýra borgarligir andstøðuflokkar hótta við at leggja fram misálit móti trimum av ráðharrunum í svensku stjórnini. Hóttanin um misálit kemur í kjalavørrinum av einari KT-gølu í Transportyrelsen.

Útveitan av K- virksemi hevur havt við sær, at viðkvæmar persónslýsingar kanska hava likið út.

Svenska stjórnin var á kreppufundi í gjár, men ikki fyrr enn á tíðindafundinum í morgun er greitt, um stjórnin leggur frá sær.

At stjórnin hevur havt fund  so leingi, kann benda á, at ósemja er um, hvat skal gerast, halda eygleiðarar í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858