Fiskidagar: Flestu bólkar fáa minni enn triðing

bannari
Fiskidagar: Flestu bólkar fáa minni enn triðing
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um fiskidagar frá 1. september til nýggjárs
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um fiskidagar
 
31.07.2017 - 13:19

Hóast fiskidagarnir bara eru ásettir til nýggjárs, er ikki talan um ein triðing av fiskidøgunum í hesum fiskiárium.

Grundarlagið er fyrstu fýra mánaðir í seinastu fimm fiskiárunum, aftur til 2011-2012.

Tað er, hvussu nógvir dagar av brúktu fiskidøgunum eru brúktir hesar mánaðir.

Minni enn ein triðingur

Í flestu bólkum er talið minni enn 33 prosent.

Trolarar fáa 29 prosent av brúktu fiskidøgunum í miðal seinastu fimm árini á innaru leiðini og 35 prosent á ytru leiðunum.

Stóru línuskipini fáa 36 prosent, útróðrarbátar millum 15 og 40 tons fáa 31 prosent, stóru línubátarnir, sum royna við línu, fáa 32 prosent, trolbátar fáa 20 prosent, og teir smáu útróðrarbátarnir fáa 32 prosent. 

Hetta gevur 414 færri dagar enn ein triðing av fiskidøgunum í hesum fiskiárinum.  

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um fiskidagar frá 1.september til 31.desember í ár.

Fiskivinnuskipan 1. januar

1.januar 2018 ætlar landsstýrið, at nýggj fiskivinnunýskipan er komin. Hvat tá kemur í staðin fyri fiskidagarnar er ógreitt enn.

Men kvoturnar skulu í hvussu so er bíða til 2019.

Dagarnir, sum í hesum fiskiárinum vórðu settir til viks at brúka hjá fiskiførum, sum skerjingarnar í fiskidøgunum raka meinast, minka niður í ein triðing av tí, teir hava verið hetta seinasta heila fiskiárið. 

Høgni Hoydal sigur í viðmerkingunum um uppskotið, at gýtingarfriðingarnar av toski verða endurskoðaðar. 

Krav verður sett um skiljirist í trolinum, tá roynt verður beinleiðis eftir upsa.

Landsstýrismaðurin ætlar eisini í samráði við Havstovuna og vinnuna at endurskoða friðingina á ungfiskaleiðum og taka stig til vísindaligar royndir á stongdum leiðum. 

Lógaruppskotið hjá Høgna Hoydal um fiskidagar frá 1.september til nýggjárs hevur ikki verið til ummælis, heldur ikki í Fiskivinnuráðnum.

Fiskivinnumál verða bara løgd fyri Fiskivinnuráðið, tá landsstýrismaðurin heldur tað hava týdning fyri málsviðgerðina, sigur Høgni Hoydal. 

Ikki til hoyringar

Eins og árini frammanundan hevur uppskotið ikki verið í Fiskivinnuráðnum til hoyringar. 

Men landsstýrismaðurin hevur tilmæli frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, tá hann ger uppskotini um fiskidagar.

Fyrsta viðgerð verður í tinginum hósdagin. Uppskotið skal verða avgreitt í tinginum 18.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010