Rene Shaki Joensen til Ísland at spæla fótbólt

31.07.2017 - 10:43
ÍtrótturFótbóltur
Rene Shaki Joensen til Ísland at spæla fótbólt
Føroyski landsliðsleikarin, Rene Shaki Joensen hevur skrivað sáttmála við íslendskt felag
Mynd: Savnsmynd  
 
 

24 ára gamli miðvallarin, Rene Shaki Joensen, hevur seinastu mánaðirnar leitað eftir nýggjum felagi, eftir at hann gavst í danska felagnum, Vendsyssel.

Nú skal hann fyribils ikki leita meira, tí í dag hevur hann undirskrivað sáttmála við Grindavík, sum spælir í bestu deildini. Sáttmálin er galdandi í tríggjar mánaðir, sigur Rene Shaki Joensen við Kringvarpið.

Grindavík liggur í løtuni væl fyri í íslendsku kappingini. Felagið er á triðja plássi við 21 stigum. Seks stig eru upp til fyrsta plássi, har Valur er við 27 stigum.

Grindavík spælir í kvøld ímóti Víkingi, sum er á áttanda plássi.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. august
Upp á gólv
Týsdag 1. august
Upp á gólv
Leygardag 29. juli
Ólavsøkurøða løgmans 2017
Leygardag 29. juli
Video: Ólavsøka 2017, 10mf