Útlendingamál: Schengen er ein avbjóðing

Útlendingamál: Schengen er ein avbjóðing
Umleið 1300 útlendingar eru í Føroyum í løtuni, og arbeiðið at gera eina integrasjónsætlan er byrjað
Umráðandi er, at útlendingarnir verða integreraðir í føroyska samfelagið, og arbeiðið at seta í verk eina integrasjónsætlan er byrjað, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið
 
31.07.2017 - 13:31

Tað er ein avbjóðing at fáa semju við Schengen-myndugleikarnar um marknaeftirlitið, men gongst sum ætlað, verður hesin spurningurin greiddur í hesum árinum, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið í ískoytispartinum til løgmansrøðuna.

Uttanrkis- og vinnumálaráðið, Útlendingastovan og danska embætisverkið eru farin at gera neyðugu útgreiningarnar, so endaliga grundarlagið at yvirtaka málsøkið útlendingamál verður klárt. 

Umleið 1300 útlendingar eru í Føroyum í løtuni, og talið veksur.

Arbeiðið er byrjað

Umráðandi er, at útlendingarnir verða integreraðir í føroyska samfelagið, og arbeiðið at seta í verk eina integrasjónsætlan er byrjað, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið. 

Arbeiðið fevnir m.a. um kunningartilfar, betur skipaða undirvísing til útlendingar og átøk á arbeiðsmarknaðinum. 

Føroyskir myndugleikar hava fingið íblásgur frá royndum í øðrum londum við integrasjón, eitt nú í Íslandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584