Løkke er nøgdur við stjórnarskipanaruppskotið

bannari
Løkke er nøgdur við stjórnarskipanaruppskotið
Uppskotið er til almenna hoyring í løtuni, og síðani verður tað lagt fyri løgtingið
 
04.08.2017 - 10:25

- Sum eg havi skilt arbeiðið við stjórnarskipanaruppskotinum, so er hetta eitt skjal, sum virðir galdandi grundlóg og stjórnarskipan.

Tað er avgerandi fyri meg.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í samrøðu við Sosialin, nú eitt uppskot um stjórnarskipan er farið til almenna hoyring.

Forsætisráðharrin sigur, at Føroyar eru komnar longri enn Grønland í spurninginum um stjórnarskipan, og tað sæst eisini aftur í arbeiðnum við stjórnarskipanini, sigur hann við Sosialin.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at grønlendingar hava ikki gjørt av, um tað er loysing, teir vilja hava.

Tosar fyri felagsskapi

Forsætisráðharrin sigur, at hann skilir væl ynski hjá einum fólki at skipa seg sjálvt, og tað virðir hann eisini. Men hann fer altíð at tosa fyri einum felagsskapi, í staðin fyri at lond taka seg burtur úr einum samstarvi.

- Føroyska samfelagið hevur ment seg við rúkandi ferð, og tað hevur uppiborið alla virðing. Tó vildi eg mett, at tað er eisini ein fyrimunur fyri føroyingar, at í somu løtu teir fara til Danmarkar, hava teir somu rættindi sum danir, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í samrøðuni við Sosialin.

Uppskotið um stjórnarskipan er til almenna hoyring til 25. august.

Síðani ætlar løgmaður at leggja tað fyri tingið. Eftir fyrstu viðgerð fer tað í eina grein 25 nevnd, har allir flokkar eru umboðaðir.

Stjórnarskipanin skal verða avgreidd í tinginum í seinasta lagi 25. oktober, eitt hálvt ár fyri, at ætlaða fólkaatkvøðan skal vera á flaggdegnum, 25. apríl, næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585