Noyðast at broyta lógina um skipaskráseting

Noyðast at broyta lógina um skipaskráseting
Slepta kravið um veiðiloyvi hevur við sær, at lógin um skipaskráseting má broytast. Uppboðssølur av fiskirættindum verða seinni í hesum mánaðinum
Ein partur av kvotuni i Barentshavinum verður boðin út, og veiðiloyvi krevst ikki at fiska tað, sum verður selt á uppboðssølu
 
06.08.2017 - 09:39

Nú tað ikki verður kravt, at skip, sum fiska makrel, norðhavssild og svartkjaft, og botnfisk í Barentshavinum í ár, skulu hava veiðiloyvi, er neyðugt at broyta lógina um skipaskráseting, so fiskivinnulóggávan og lógin um skipaskráseting samsvara.

Uttanríkis- og vinnnumálaráðið fyrireikar eitt uppskot um at broyta lógina um skipaskráseting, sum er farið til hoyringar.

Hoyringarfreistin er týsdagin 8. august.

Sambært lógini um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjaft, og botnfiski í Barentshavinum, kann rætturin at fiska í ár seljast eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum ikki hava veiðiloyvi, og føroyskum feløgum, ið kunnu skjalprógva avtalu um, at skip undir føroyskum flaggi fiskar kvotuna. 

Uppboðssølur seinni í mánaðinum

Uppboðssølurnar av fiskirættindum eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti, og botnfiski í Barentshavinum verða í tveimum umførum.

Tann fyrra afturlatna uppboðssølan, sum Vørn skipar fyri, verður hósdagin 24. august. 

Tá verða seld 5.447 tons av makreli, 1107 av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 614 tons av botnfiski í norska partinum.

Seinna afturlatna uppboðssølan verður hósdagin 31. august. Tá verða seld 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. 

Fiskamarknaðurin

Fyrra opna uppboðssølan verður á Fiskamarknaðinum týsdagin 22. august. Tá verða seld 5.447 tons av makreli og 1106 tons av botnfiski í Barentshavinum. 

Seinna opna uppboðssølan á Fiskamarknaðinum verður á Fiskamarknaðinum 29. august. Tá verða boðin út 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. 

Tey, sum ætla at bjóða, skulu í seinasta lagi tríggjar vikur fyri uppboðssøluna lata Vørn hóskandi skjalprógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851