Vinnunevndin viðger nú fiskidagarnar

Vinnunevndin viðger nú fiskidagarnar
Vinnufeløg, fakfeløg og landsstýrismaðurin í fiskivinnumúlum hava fingið fundarboð í vinnunevndini í morgin
Bjarni Hammer er formaður í løgtingsins vinnunevnd
 
06.08.2017 - 10:11

Vinnunevndin hjá løgtinginum fer í morgin at undir at viðgera lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskidagar fyri næsta fiskiár, sum hesaferð bara verður fýra mánaðir.

Til fundin í morgin hevur vinnunevndin boðsent Vága Útróðrarmannafelag, Meginfelagi Útróðramanna, Felagnum fyri Línuskip, Felagnum fyri Trolbátar, Føroya Fiskimannafelag, Fiskidaganevndini, Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum møtir saman við umboðum fyri VØRN og Havstovuna.

Tá uppskotið hjá Høgna Hoydal var til 1.viðgerð í løgtinginum, hildu fleiri andstøðutinglimir tað vera í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap at broyta fiskiárið til bara at vera fýra mánaðir.

Andstøðan heldur, at landsstýrið eigur at áseta fiskidagarnar fyri eitt heilt ár sum vant, ella fyri 16 mánaðir, frá 1. september í ár til 31.desember næsta ár. 

Fiskidagarnir í søguna

Sambært landsstýrinum fer fiskidagaskipanin í søguna 1. januar í 2019, tá ein kvotuskipan skal koma í staðin.

Sambært Høgna Hoydal er lógin, sum fiskidagrnir næsta ár skulu ásetast eftir, ikki samtykt enn. 

Fiskidagarnir kunnu bara ásetast  eftir galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap, og av tí at hon fer úr gildi á nýggjárinum, ber bara til at áseta fiskidagar fyri fýra mánaðir, sigur hann.

Fundurin í vinnunevndini í morgin  byrjar klokkan níggju.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887