USA og Russland samráðast

USA og Russland samráðast
Viðurskiftini millum londini hava ikki verið so ring síðani kalda kríggið
Rex Tillerson er amerikanskur uttanríkisráðharri
 
07.08.2017 - 08:16

Hóast viðurskiftini millum USA og Russland eru versnað í seinastuni, hava bæði londini vilja til at samráðast.

Tað sigur russiski uttanríkisráðarrin, Sergej Lavrov, eftir ein fund við amerikanska starvsbróðurin, Rex Tillerson.

- Vit halda, at okkara amerikansku starvsfelagar eru sinnaðir at halda fram at tingast, og eftir mínum tykki er eingin annar møguleiki, sigur Lavrov.

Hittust í Manila

Hann og Tillerson hittust í gjár í sambandi við ein asiatiskan toppfund í filipinska høvuðsstaðnum, Manila.

Viðurskiftini millum USA og Russland hava ikki verið so ring síðani kalda kríggið.

Londini hava víst diplomatum hjá hvør øðrum av landinum, og fyri fáum døgum síðani skrivaði Donald Trump, forseti, undir eina lóg, sum herðir tiltøkini móti Russlandi.

Bæði Lavrov og Tillerson lótu seg avmynda saman, men teir lótu sum onki, tá teir vórðu spurdir, um nýggju amerikansku tiltøkini fara at ávirka viðurskiftini millum bæði londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851