Kris Kristofferson ákærdur fyri at smugla rúsevni

Kris Kristofferson ákærdur fyri at smugla rúsevni
Heimskendi kontrysangarin Kris Kristofferson er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya, tá ið hann kom til landið í august mánað í fjør
 
08.08.2017 - 18:06

"On the Sunday morning sidewalks, wishin' Lord, that I was stoned", syngur 81-ára gamli Kris Kristoffersen í sanginum "Sunday Mornin' Comin' Down".

Og ja, kanska hann hugsaði nakað tað sama, tá ið hann í fjør varð handtikin á flogvøllinum Vágunum, fyri at hava rúsevni uppi á sær.

Málið verður viðgjørt í rættinum mánadagin 14. august. 

Útvarpið veit enn ikki at siga, hvørji rúsevni talan var um og í hvørjari nøgd. 

Kris Kristofferson, sum er millum heimsins kendastu kountry-sangarar, var í Føroyum í fjør í samband við eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september.

Ameikanska kontrylegendan var aftur í Føroyum í ár og spældi á G! festivalinum. 

 

Dámar at roykja feitar

Kris Kristofferson, sum er føddur í Texas, hevur leingi verið opin um sín tokka til kannabis. Tónleikamiðilin Rolling Stone spurdi hann í fjør, um marijuna ikki mann hava ringa ávirkan á minnið hjá honum. 

Hann svaraði bersøgin: "Um tað ger, so er tað bara spell. Eg leggi ikki av. Eg eri vísur í, at tað seinkar meg og hevur við sær, at eg ikki eri kvikasti persónurin í rúminum, men eg fari allarhelst at roykja til eg fari undir grønutorvu." 

Kris Kristofferson var upprunaliga hildin at hava alheimerz- ella demens. Rolling Stone visti eisini í fjør at siga, at talan í roynd og veru var um sjúkuna lyme borreliosis, sum skyldast biti frá skógarmottum. 

Umframt at vera tónleikari og sangskrivari, hevur Kristofferson eisini fingist við sjónleik. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585