Stjórnarskipanarnevndin fær íblástur í Íslandi

bannari
Stjórnarskipanarnevndin fær íblástur í Íslandi
Íslendski forsetin mælir grønlendingum til at leggja dent á útbúgving og gransking í sjálvstýristilgongdini
Grønlendska stjórnarskipanarnevndin hitti eisini íslendska forsetan, Guðna Th. Jóhannesson
Mynd: KNR  
 
08.08.2017 - 13:56

Grønlendska stjórnarskipanarnevndin er í hesum døgum í Íslandi og roynir at fáa íblástur.

Ísland hevur verið ein partur av danska ríkinum, og tí vitjar stjórnarskipanarnevndin Ísland til tess at fáa eina fatan av íslendsku sjálvstýristilgongdini, og hvørjar royndir íslendingar hava, sigur stjórnarskipanarnevndin í einum tíðindaskrivi, sambært KNR.

Forkvinnan í nevndini, Vivian Motzfeldt, sigur, at tey hava fingið nógv burtur úr vitjanini.

- Tað var áhugavert at hitta Guðna Th. Jóhannesson, forseta. Tað er gleðiligt at hoyra, at forsetin fylgir væl við málinum, og vit hava nógv felags áhugamál, sigur Vivian Motzfeldt.

Útbúgving og gransking

Sambært tíðindaskrivinum, segði islendski forsetin, tá hann hitti stjórnarskipanarnevndina, at hon eigur at leggja dent at hækka  útbúgvingar- og granskingarstigið í sjálvstýristilgongdini í Grønlandi, eins og gjørt varð í Íslandi.

Hann mælti eisini til at styrkja samstarvið millum Ísland og Grønland á vinnulívsøkinum.

Vivian Mottzfeldt sigur, at forsetin hevur nevnt møguleikan fyri, at íslendskir serfrøðingar hjálpa stjórnarskipanarnevndini at gera eitt uppskot um stjórnarskipan, og tað heldur hon vera sera jaligt.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584