Ferðin til Japan kostar 220.000 krónur

Ferðin til Japan kostar 220.000 krónur
Teir sjey limirnir í nevndini vera í Japan frá 1. til 9. september
Bjarni Hammer, formaður, og hinir seks limirnir í Vinnunevndini fara til Japan fyrst í september
 
10.08.2017 - 09:35

Skattgjaldarar sleppa at rinda góðar 220.000 krónur fyri íblástrar- og kunningarferðina hjá Vinnunevndini til Japan í september. 

Teir sjey limirnir í nevndini vera í Japan frá 1. til 9. september.

Kostnaðurin fevnir um flogferð, sum kostar 11.360 krónur fyri hvønn, hotell í sjey nætur og dagpening fyri 487 krónur um dagin í níggju dagar. 

Afturat tí kemur eisini leiga av minibussi, ferðing til og frá flogvøllinum í Vágum og  21.900 krónur fyri tulk.

Samlaða upphæddin er mett at vera 220.568 krónur, men hetta talið kann broytast nakað, tá ið alt er avgreitt eftir ferðina. 

Bárður ímóti

Formaðurin í Sambandsflokkinum Bárður á Steig Nielsen, sum situr í andstøðu, hartaði fyrr í vikuni løgmann, landsstýrið og samgongu fyri at raðfesta ferðina til Japan fram um átrokandi mál her heima.

Vinnunevndin fær fiskivinnunýskipanina til viðgerðar, tá hon hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum.

Eisini skal uppskotið um nýggja stjórnarskipan verða samtykt í tinginum fyri 25. oktobur, vísir Bárður á Steig Nielsen á. 

Tingnevndirnar plaga at skiftast um at fara uttanlands á hvørjum ári.

Vinnunevndin fer til Japan, tí  japanski uttanríkisráðharrin, Taro Kano, vitjaði í Føroyum, áðrenn hann gjørdist ráðharri. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819