750 milliónir í lønum um mánaðin

750 milliónir í lønum um mánaðin
Lønargjaldingarnar eru vaksnar 50 milliónir kr. um mánaðin síðani í heyst
Vøkstur hevur verið í byggivinnuni út í eitt síðani 2013
 
11.08.2017 - 10:41

Í juli vórðu goldnar 748 milliónir krónur í lønum, og tað eru 50 milliónir meira enn í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Í fjør vórðu goldnar umleið 700 milliónir krónur í lønum hvønn mánað, men síðani september eru tær hækkaðar, og eru nú umleið 750 milliónir um mánaðin.

Størsti vøksturin var um ársskiftið.

Framgongd í øllum bólkum

Framgongd er í øllum høvuðsvinnubólkum.

Tó eru ikki so stórar løngjaldingar í fiski- og alivinnuni nú, sum tær vórðu um ársskiftið.

Í byggivinnuni hevur verið vøkstur úr í eitt síðani 2013, t.e. í fýra ár. 

Í tænastuvinnunum hevur verið javnur vøkstur, men í seinastuni er verulig gongd koma á løbgjaldingarnar í privatu tænastuvinnuni. 

Í løtuni er vøksturin í privatu tænastuvinnunum líka so stórur sum í byggivinnuni, sigur Hagstovan.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819