Fíggingin av forskúlum er ógreið

Fíggingin av forskúlum er ógreið
Bill Justinussen í Miðflokkinum hevur spurt Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um fíggingina av forskúlum í frískúlum
 
11.08.2017 - 09:51

Reglurnar um fíggingina hjá forskúlum í frískúlum eru ikki nóg greiðar.

Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður, sum spyr Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um hon ætlar at gera nýggjar og greiðari reglur.

Tað almennna, t.e. land og kommunur, fíggjar ein part av frískúlunum. Hin partin rinda foreldrini.

Bill Justinussen sigur, at tað er ikki greitt, hvussu forskúlar hjá frískúlum verða fíggjaðir.

Lógin og viðmerkingarnar um lógina eru ikki nóg nágreiniligar hesum víðvíkjandi.  

Tí spyr Bill Justinussen Rigmor Dam, um hon ætlar at fáa hetta í rættlag. 

Hann spyr eisini, hvussu nógv land og kommunur lata til forskúlar hjá frískúlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585