Spyr heilsumálaráðharran um KBU í Føroyum

11.08.2017 - 13:53
AktueltPolitikkur
Spyr heilsumálaráðharran um KBU í Føroyum
Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur sett Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharra, fyrispurning um læknalesandi
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Spurningurin um KBU-skipanina hjá føroyingum, sum lesa til lækna, er komin í fólkatingið.

Magni Arge, fólkatingsmaður, spyr Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharra, um tað er skilagott at broyta skipanina í Føroyum, so tað gerst lættari hjá læknalesandi og nýútbúnum læknum at sleppa framat KBU í Føroyum.

Sum er eru føroyingar saman við dønum við í lutakastinum um KBU plássini í Føroyum.

KBU er stytting fyri klinisk basis uddannelse, tað sum fyrr kallaðist turnus.

Í løtuni lesa okkurt um 80 føroyingar til lækna í Danmark.

Nógv tey flestu vilja í KBU í Føroyum.     

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. august
Upp á gólv
Týsdag 1. august
Upp á gólv
Leygardag 29. juli
Ólavsøkurøða løgmans 2017
Leygardag 29. juli
Video: Ólavsøka 2017, 10mf