Vil steingja muslimskar frískúlar í Danmark

Vil steingja muslimskar frískúlar í Danmark
Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, spyr, um muslimsku frískúlarnir eru fyrimunur ella vansi fyri integrasjónina
Danski fólkaflokkurin og Konservativi flokkurin taka undir við uppskotinum hjá Mette Frederiksen
 
11.08.2017 - 10:00

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum vil hava muslimsku frískúlarnar í Danmark stongdar.

Mette Frederiksen sigur við BT, at frískúlar, har fleiri enn 50 prosent av næmingunum eru muslimar, skulu lata aftur.

Hon ætlar at leggja uppskot fyri fólkatingið um hetta.

Jødahatur

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av fleiri søgum um muslimskar frískúlar,.

Eitt nú hevur BT avdúkað, at rektarin á einum skúla í Keypmannahavn hevur lagt jødahatskar myndir út á Facebook. Og ein flokslærari á sama skúla hevur skrivað jødahatskar tekstir á sama miðil.

- Vit mugu spyrja okkum sjálvi, um muslimsku frískúlarnir eru eitt pluss ella minus fyri integrasjónina, sigur Mette Frederiksen.

Kann stríða móti grundlógini

Tað er ikki vist, at uppskotið hjá Mette Frederiksen verður veruleiki.

Tað kann vera í stríð við bæði grundlógina og Evropeiska Mannarættindasáttmálan. Hetta er mismunur, grundaður á trúgv ella uppruna, sigur undirvísingarmálaráðið fyri BT.

Men Mette Frederiksen ætlar kortini at leggja uppskotið fram og leggur upp til samstarv við stjórnina og aðrar flokkar, sum vilja vera við. Danski Fólkaflokkurin og tey Konservativu rósa uppskotinum, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585