Jóhanna á Bergi onga viðmerking um SAS-flúgving

Jóhanna á Bergi onga viðmerking um SAS-flúgving
SAS umhugsar at taka tveir dagar um vikuna burturúr rutuflúgvingini til Føroyar í vetur
 
12.08.2017 - 15:09

Jóhanna á Bergi sigur, at hon í fyrstu syftu ongar viðmerkingar hevur til vetrarferðaætlanina hjá SAS.

Hetta er eitt mál millum landsstýrismannin í vinnumálum, Trafikstyrelsen og SAS, sigur hon.

Skandinaviska flogfelagið SAS gevur gjørt av, at felagið ikki fer at flúgva hvønn dag til Føroya í heyst og í vetur. 

Í teldubrævi til Dimmalætting váttar SAS, at tey frá 3. oktober til tann 24. mars hava fimm vikuligar fráferðir millum Keypmannahavn og Føroyar og við hesum ikki fara at flúgva týsdag og mikudag.

Felagið sigur, at á sama hátt sum við øllum øðrum rutum í netinum hjá SAS, verða gjørdar leypandi tillagingar av títtleikanum í fráferðunum, soleiðis at hann samsvarar við eftirspurningin og talinum á bíleggingum. 

Hesar tillagingarnar eru ofta árstíðargrundaðar, og hetta er eisini grundgevingin fyri at SAS fer at hava færri fráferðir til Føroya í vetur, tí færri viðskiftafólk flúgva til Føroya vetrarhálvuna.

Men tillagingarnar kunnu eisini ganga báðar vegir, til dømis til jóla og paskir, har ein størri eftirspurningur kann hava við sær, at SAS setir flogfør inn aftur á rutuna týsdag og/ella mikudag, sigur Randi Aggerholm Baasch, leiðari á samskiftisdeildini hjá SAS við Dimmalætting.

Hetta kann fáa avleiðingar fyri loyvið hjá SAS at flúgva upp á Føroyar.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur við Dimmalætting, at hendan avgerðin saktans kann hava við sær, at hann sum ovasti politiski myndugleiki í Føroyum, fer at mæla loftferðslustýrinum í Danmark frá at leingja flúgviloyvið hjá SAS.

Poul Michelsen segði við Kringvarpið í gjár, at føroyskir myndugleikar vildu upprunaliga tryggja sær, at SAS fleyg regluliga.

Poul Michelsen hevur biðið um fund við SAS um málið.

Hann leggur aftrat, at avgerðin um at mæla til ella frá at geva SAS nýtt loyvi at flúgva ikki er so líkatil at taka. Tí SAS hevur eisini havt nógv gagn við sær.

Loyvini at flúgva upp á Føroyar verða endurnýggjað hvørt hálva ár, og nýtt loyvi skal latast ein av komandi døgunum.

Føroyskir myndugleikar skulu tá siga sína hugsan um, hvørt SAS skal hava endurnýggjað loyvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010