Kavbátaeigari skuldsettur fyri dráp

Kavbátaeigari skuldsettur fyri dráp
Fyrrapartin skal Peter Madsen, sum hevur bygt kavbátin, í grundlógaravhoyring
 
12.08.2017 - 10:07

Eigarin á kavbátinum Nautilus, sum leitað varð eftir í gjár, er nú skuldsettur fyri dráp.

Fyrrapartin skal hann í grundlógaravhoyring, skuldsettur fyri at hava dripið eina 30 ára gamla svenska kvinnu.

Viðurskiftini viðvíkjandi kavbátinum eru rættiliga løgin. Tað, sum miðlarnir í Danmark vita, so sigldi kavbáturin frá Refshaleøen í Keypmannahavn um sjey-tíðina hóskvøldið. Umborð vóru 46 ára gamli Peter Madsen, sum hevur bygt og eigur kavbátin, og 30 ára gamla kvinnan, sum er tíðindakvinna og sum skuldi skriva eina grein um kavbátin.

Men tá kvinnan ikki er komin aftur klokkan hálvgum trý um náttina, gerst unnusti hennara ørkymlaður og boðar myndugleikunum frá. Og so fer ein stór leiting í gongd, har bæði herur og løgregla eru uppií. 

Um hálvgum 11 tíðina í gjáamorgun sæst kavbáturin í Køge Bugt. 

Herurin fær radiosamband við Peter Madsen, skipara á kavbátinum, sum sigur at hann hevur tekniskar trupulleikar og skal royna at sigla kavbátin í havn. Hálvan tíma seinni fer Peter Madsen umborð á ein privatan skjóttgangandi bát og løtu seinni søkkur Nautilus á sjey metra dýpi.

Seinni í gjár boðaði politiið í Keypmannahavn frá, at Peter Madsen er skuldsettur fyri dráp.

Sjálvur noktar hann seg sekan. Hann sigur, at hann setti kvinnuna av við endan á Refshaleøen um hálvgum ellivu tíðina hóskvøldið. Men ongin hevur sæð svensku kvinnuna, síðan hon um sjey-tíðina fór umborð á kavbátin.

Í dag skal Peter Madsen so í grundlógaravhoyring. 

Skip eru hjá kavbátinum, har tey fara at royna at taka hann uppaftur ella stabilisera hann so mikið nógv, at kavarar kunnu sleppa inn í hann.

Kavbáturin Nautilus er ein av heimsins størstu heimabygdu kavbátum. Peter Madsen hevur sjálvur sniðgivið og bygt hann saman við øðrum. Peter Madsen hevur eisini gjørt rakettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887