Óvissan um tilboð minkar fólkatalið í Grønlandi

Óvissan um tilboð minkar fólkatalið í Grønlandi
Fólk flyta ikki heim aftur, tí tey ivast i millum annað, um fólkaskúlin nyttar nakað. Samfelagsgranskari ivast í, um Grønland klárar loysingina.
Úr grønlendska parlamentinum, landstinginum.
 
13.08.2017 - 10:24

Fólkatalið minkar í Grønlandi.

Síðan 2005 er fólkatalið minkað 1,5 prosent.

Fólkatalið er minkað úr sløkum 57.000 íbúgvum niður í 56.171 fólk.

Orsøkin til minkandi fólkatalið er, at fleiri ungfólk, sum fara av landinum at fáa sær útbúgving, ikki koma aftur eftir loknan lestur.

Kanningar vísa, at serliga óvissan um bústaðarviðurskifti, dagstovnar og góðskuna í fólkaskúlanum, er avgerandi fyri, um tey nýútbúnu søkja sær arbeiði í Grønlandi, sigur Birger Poppel, samfelagsgranskari á lærda háskúlanum í Grønlandi, við Sermitsiaq.

Amboð hjá politikarum

Hann sigur, at bústaðir, dagstovnar og fólkaskúli sostatt eru amboð, sum politikararnir kunnu brúka til at lokka nýútbúnar grønlendingar heim aftur.

Hetta setur eisini spurningar um kjakið um sjálvstýri.

- Ynskið um, at Grønland eina ferð verður sjálvstøðugt, reisir millum annað spurningin, um vit hava neyðuga menniskjansliga tilfeingið, ikki minst fólk í arbeiðsførum aldri og hvørjar førleikar tey hava, sigur Birger Poppel.

Føroyskar royndir

Hann sigur, at ein týdningarmikil spurningur í kjakinum um fortreytirnar fyri sjálvstýri má vera, hvussu nógvum fólkum eitt sjálvstøðugt Grønland skal vera heim fyri.

Og í hvønn mun Grønland kann vænta sær arbeiðsmegi uttanífrá til týdningarmestu samfelagsfunktiónirnar.

Samfelagsgranskarin vísir á, at bæði Føroyar og Ísland hava havt sveiggj í fólkatalinum, og hann sigur, at hesi londini hava nakrar royndir, sum Grønland kann brúka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012