Skógrøkt landsins fingið leiðara í føstum starvi

Skógrøkt landsins fingið leiðara í føstum starvi
Michael K. Jacobæus er settur í starvið sum deildarleiðari hjá Skógrøkt landsins.
Skógrøktin er deild hjá Umhvørvisstovuni.
 
13.08.2017 - 11:56

Michael K. Jacobæus er settur í starvið sum deildarleiðari hjá Skógrøkt landsins.
Michael K. Jacobæus er útbúgvin lendisarkitektur á Landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn. 
Hann var ein teirra, sum á sinni stovnaði partafelagið Hjálpirót. 

Avloysari

Michael K. Jacobæus hevur seinasta árið røkt starvið sum leiðari á Skógrøktini sum avloysari. 
Fyri ta tíð var hann í 20 ár hjá Tórshavnar kommunu, fyrst sum býargartnari og seinastu tíggju árini sum lendisarkitektur á plandeildini. 
Tróndur Leivsson, sum nú er stjóri á Búnaðarstovuni, var deildarleiðari hjá Skógrøkt landsins.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584