Grønland: Misnøgd um at broyta kvotuskipanina

Grønland: Misnøgd um at broyta kvotuskipanina
Í Grønlandi er stór misnøgd um ætlanin hjá landsstýrinum har at broyta kvotuskipanina
 
14.08.2017 - 09:52

Feløgini, sum umboða fiskivinnusamtøkini, veiði- og fiskimenn og arbeiðsfólk á flakavirkjunum, siga í einari felags tíðargrein í Sermitsiaq, at ætlanin hjá landsstýrinum er einki minni enn ein bumba undir vinnuni.

- Almennu kassarnir fáa eina milliard krónur um árið úr fiskivinnuni. Kortini ætlar fiskimálaráðið at broyta fiskivinnulógina, og tað kann vera ein bumba undir vinnuni, sum gongur væl. Kvoturnar skulu takast frá rækjumonnunum, tí nýggir aktørar skulu upp í vinnuna, skriva stjórarnir í teimum trimum feløgunum í tíðargreinini.

Uppskotið um broytingar í grønlendsku fiskivinnulógini er ikki almannakunngjørt enn. Tað skuldi fara til hoyringar í síðstu viku.

Men sambært tí, sum er likið út, er ætlanin at taka øll rækjuloyvi inn, og síðani býta tey útaftur av nýggjum.

Og tað er hetta, sum tey trý feløgini í grønlendsku vinnuni stúra mest fyri.

- Eftir okkara sannføring eigur ein nýggj kvotuskipan at tryggja, at samfelagið fær sum mest burturúr. Ráðgevarnir í Sjálvstýrinum hava sjálvir sagt, at nýggja kvotuskipanin fer at hava neiliga ávirkan á almennu kassarnar, og at inntøkan fer at minka einar 100 milliónir krónur.

- Verður tað veruleikin, fær tað álvarsamar avleiðingar fyri limir okkara og alt samfelagið, skriva stjórarnir í feløgunum, sum umboða fiskivinnusamtøkini, veiði- og fiskimenn og arbeiðsfólk á flakavirkjunum í Grønlandi, í felags tíðargreinini í Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585