29 prosent fyri fríari fosturtøku

29 prosent fyri fríari fosturtøku
Kanning vísir, at fleiri menn enn kvinnur eru fyri fríari fosturtøku. Flest veljarar hjá Framsókn og Tjóðveldi eru fyri
 
17.08.2017 - 18:10

Skal lógin um fosturtøku endurskoðast?

Skulu vit hava fría fosturtøku?

Um nei, nær kann ein kvinna fáa fosturtøku?

Hetta eru spurningar, sum Javnaðflokkurin á Fólkatingi hevur sett føroyingum, og úrslitið av kanningini vísir, at nakað fleiri menn enn kvinnur vilja hava fría fosturtøku og færri menn enn kvinnur vilja banna fosturtøku heilt.

Í alt eru 7 prosent fyri at banna fosturtøku uttan atlit til, hvør orsøkin til ynskið um fosturtøku er. 29 prosent vilja hava fría fosturtøku og 8 prosent vita ikki. Størsti parturin av teimum spurdu halda, at fosturtøka skal loyvast í ávísum/serligum førum.

Talvurnar, sum síggjast niðanfyri eru úr kanningini Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.

 

 

Tað eru fleiri menn, sum halda, at kvinnan sjálv skal avgera, um hon vil hava fosturtøku. 32,3 prosent av teimum spurdu monnunum siga seg ganga inn fyri fríari fosturtøku. 25,7 prosent av kvinnunum vilja hava fría fosturtøku. 6 prosent av monnunum halda, at fosturtøka skal bannast heilt og 7 prosent av kvinnunum halda, at fosturtøka skal bannast. 

 

 

 

Tað eru serliga veljarar hjá Framsókn, sum ganga inn fyri fríari fosturtøku. 60,3 prosent av veljarunum hjá Framsókn siga seg ganga inn fyri fríari fosturtøku. Eisini veljarar hjá Tjóðveldi og tey, sum atkvøða blankt ella slett ikki fara á val, eru væl umboðað millum tey, sum siga ja til fría fosturtøku. 52,4 prosent av teimum spurdu, sum velja Tjóðveldi ganga inn fyri fríari fosturtøku og 53,7 prosent av teimum, sum siga seg atkvøða blankt, siga ja til fría fosturtøku. 

Í Javnaðarflokkinum eru tað 37,5 prosent, sum siga seg ganga inn fyri fríari fosturtøku. 2,7 prosent halda, at fosturtøka skal bannast heilt. Av teimum sum siga seg velja Miðflokkin siga 32,8 prosent, at fosturtøka skal bannast heilt, restin hevur ikki svarað. Tey flestu halda, at fosturtøka skal vera loyvd undir serligum umstøðum, hesin bólkur er lutfalsliga størstur millum veljararnar hjá Sjálvstýrinum (68,5%), Fólkaflokkinum (65,7%) og Sambandsflokkinum (61,9%)

 

 

 

 

Talvan niðanfyri vísir, hvønn hugburð fólk hava, býtt eftir hvar tey búgva. Eingin á Sandoynni hevur svarað, at fosturtøka skal bannast heilt. Hugburðurin, at fosturtøka skal bannast heilt, er størstur í Vágum, Norðurstreymoy og Eysturoy. Flest eru fyri fríari fosturtøku í Sandoynni og Suðurstreymoy. Eysturoy og Suðuroy eru best umboðaðar millum tey, sum halda, at fosturtøka kann loyvast undir serligum umstøðu.

 

Talvan niðanfyri vísir aldursbýtið á teimum spurdu, og hvat tey hava svarað.

Fæst í aldrinum 40-49 ár halda, at fosturtøka skal bannast heilt, nemliga 2.1 prosent. Hesin hugburður er størstur millum tey 50-59 ára gomlu: 9,1 prosent og eisini millum tey 30-39 ára gomlu: 8 prosent

Tey, sum hava svarað, at fosturtøka eigur at loyvast í serligum førum, hava svarað uppá, hvørjar orsøkir kunnu vera til tess. Talvan niðanfyri vísir millum annað, at 85 prosent halda, at fosturtøka eigur at loyvast um vandi er fyri lívi og heilsu hjá kvinnuni. 75 prosent halda, at fosturtøka eigur at loyvast um kvinnan er við barn orsaka av neyðtøku, 71 prosent halda, at fosturtøka eigur at loyvast, um kvinnan er við barn orsaka av blóðskemd (incest), og 54 prosent halda, at fosturtøka eigur at loyvast, um vandi er fyri lív og heilsu hjá barninum

 

 

Talvur úr kanningini: Fosturtøka í Føroyum 

Lóðir hevur gjørt kanningina fyri javnaðarflokkin á Fólatingi

Kanningin er gjørd í tíðarskeiðinum 14. juni – 25. juni 2017    
Innsavningarháttur: Bræv, telefon og panel 
532 fólk hava svarað og tey eru tilvildarlig vald fólk í Føroyum í aldrinum 15-75 ár    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585