Bogi Bech Jensen svarað kæruni

Bogi Bech Jensen svarað kæruni
Rektarin á Glasi, Bogi Bech Jensen hevur sent Mentamálaráðnum sítt svar uppá kæruna frá lærarunum
 
18.08.2017 - 14:23

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi hevur sent Mentamálaráðnum svar uppá kæruna frá starvsfólkunum, har hann millum annað vísir aftur, at starvsfólkini ikki vera hoyrd og at tey hava fingið múlaband.

Tann 19. juni í ár sendu starvsfólk á Glasi eina kæru til landsstýriskvinnuna í mentamálum um Boga Bech Jensen.

Reyði tráðurin í kæruni er, at fólk kenna seg ótrygg og bangin við at hava Boga Bech Jensen sum rektara. 

Kært verður millum annað um bygnaðin, arbeiðsumhvørvið, leiðslustílin hjá rektaranum og um, at fólk hava fingið múlaband.

Í kæruni stendur eitt nú, at rektarin ikki ber boð um demokratiskan leiðsluform, tí starvsfólkini kenna ikki á sær, at tey hava fingið høvið at kjakast um samanleggingina á Glasi.

Eisini finnast starvsfólkini at, at Bogi Bech Jensen hevur sett fólk í starv uttan at størvini eru blivin lýst leys.  

Harafturat finnast tey harðliga at, hvussu Bogi Bech Jensen samskiftir við starvsfólkinii. Tey siga, at hann ikki vil skipa fyri fundi, har fleiri fólk luttaka samstundis.

At enda kæra tey rektaran fyri, at ikki vera nóg tilvitaðan um, at Glasir er ein bóklig útbúgving, har sipa tey til útsøgnina, har rektarin segði við Kringvarpið tann 10. juni í ár, at hann vil stríðast fyri at fáa eina verkliga útbúgving á Glasi. 

Kæran er samanlagt 16 síður, har kært verður um 11 viðurskifti. 

Bogi Bech Jensen svarar kæruni við einum skrivi uppá 8 síðir.

Til omanfyrinevndu punktini sigur Bogi Bech Jensen millum annað, at starvssetaninar hava verið ymiskar, av tí at ein greið avtala var um, at fólk ikki skuldu sigast úr starvi tá skúlarnir vórðu lagdir saman. Tá starvið hjá millum øðrum fyrrverandi rektaranum í Hoydølum skuldi lýsast leyst, var støðan ein onnur, og tí varð tað starvið lýst leyst alment, sigur Bogi Bech Jensen.

Til punktið um, at lærarar hava fingið múlaband og ikki hava fingið loyvi til at vera kritisk um samanleggingina, sigur Bogi Bech Jensen, at tað er ein misskiljing, sum hann helt var úti av verðini fyri langari tíð síðani. Hann sendi ein teldupost til starvsfólkini og heitti á tey um at tosa jaliga um samanleggingina. Neiligar viðmerkingar eru betri ósagdar, skrivaði rektarin í teldupostinum. Men hetta skuldi ikki skiljast sum, at fólk ikki mugu vera kritisk um samanlegginginga og kjakast og tað hevur hann boðað frá, sigur Bogi Bech Jensen.

Hann vísir aftur, at starvsfólkini ikki eru hoyrd, og vísir á dømir um viðmerkingar til bygnaðin frá lærarunum, sum hann hevur tikið við.

Viðvíkjandi kæruni um, at hann ikki er tilvitaður um, at hann er rektari á eini bókligari útbúgving skrivar Bogi Bech Jensen, at hann ikki hevur sagt, at talan er um eina verkliga gymnasiala útbúgving, men orðarætt, at "man skal hava eitt tilboð, sum er eitt sindur meira verkligt. Hetta er ikki ikki ein 100 prosent verklig útbúgving. Hon er bóklig, men hon er eittsindur meira verklig." 

Bogi Bech Jensen vísir eisini aftur, at hann ikki vil halda fund við fleiri starvsfólk í senn. Hann vil fegin hava fundir ein-til-ein, tí tað er av týdningi hjá einum leiðara, at kenna síni starvsfólk, og hann hevur luttikið á fleiri lærarafundum, har høvið hevur verið at seta spurningar, skrivar Bogi Bech Jensen í hoyringarsvarinum.

Haraftrat hava lærarar møguleika fyri at taka eitt álitisfólk við, tá tey skulu á fund við hann, um tey ikki kenna seg trygg, sigur Bogi Bech Jensen.

Hann leggur aftrat, at tað eru bert fá dømi um, at fólk hava havt álitisfólk við á fund við seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010