Halda seg vita hvør koyrdi

18.08.2017 - 11:49
AktueltÚtheimurin
Halda seg vita hvør koyrdi
Maðurin eitur Moussa Oukabir, og hann er bróðir Driss Oukabir, sum átti samleikaskjølini, ið vórðu funnin í bilinum.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Spanska løgreglan heldur seg nú vita, hvør koyrdi vørubilin, sum við vilja rendi á fólk í La Rambla í Barcelona í gjár.

Maðurin eitur Moussa Oukabir, og hann er bróðir Driss Oukabir, sum átti samleikaskjølini, ið vórðu funnin í bilinum.

Tað skriva fleiri spanskir miðlar.

Moussa Oukabir er annaðhvørt 17 ella 18 ára gamal. 

Bróðir hansara, Driss, fór á løgreglustøðina í býnum Ripoll at boða frá, eftir at løgreglan hevði kunngjørt myndir av honum. Hann greiddi frá, at samleikaskjølini vórðu stolin. 

Síðani fekk løgreglan illgruna til yngra bróðurin, sum nú verður leitað eftir. 

Atsóknin í Barcelona í gjár kravdi 13 mannalív, og millum 70 og 100 fólk eru særd.

Tey deyðu og særdu eru úr tilsamans 29 londum. 

Millum teirra, sum hava latið lív, eru ein belgiari, ein grikki og tríggir týskarar. 26 av teimum særdu eru franskir ríkisborgarar.

Løgreglan hevur tikið tveir mans, sum eru skuldsettir fyri at hava verið uppi í yvirgangsatsóknini í Barcelona. Teir eru báðir av marokkanskum uppruna.

La Rambla í miðbýnum í Barcelona læt uppaftur í morgun, men nógv løgreglufólk eru framvegis á gøtuni.

Í nátt varð ein yvirgangsatsókn aftrat framd í havnarbýnum Cambrils sunnan fyri Barcelona, tá ein bilur koyrdi á fólk.

Sjey løgreglufólk og sivilfólk vórðu særd.

Løgreglan heldur, at samband er millum atsóknina í Cambrils og í Barcelona í gjár.

Eftir øllum at døma vóru fimm mans uppi í atsóknini í Cambrils í nátt. Løgreglan skeyt fýra gerningsmenn, sum doyðu á staðnum, og tann fimti, sum eisini varð raktur, doyði seinni.

Løgreglan í Katalonia hevur boðað frá, at trygdin er herd í miðbýnum í Barcelona.

Fólk verða biðin um at vera til gongu og ikki í bili, og tey verða eisini biðin um ikki at hava stórar skjáttur uppi á sær.

Heimurin fordømir atsóknirnar í Spania í gjár og í nátt, og týskir politikarar hava avlýst valfundir.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. november
Ámæli
74637
Týsdag 21. november
Savnsgull: Ungar hendur 3
74606
Týsdag 21. november
3-2
74577
Sunnudag 19. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
74474
Sunnudag 19. november
Andaktin
74473