Mótstøðuføri: Tamarhald er á støðuni

Mótstøðuføri: Tamarhald er á støðuni
Trupulleikin við mótstøðuførum bakterium verður tikin í størsta álvara, og tamarhald er á støðuni, sigur Sirið Stenberg
 
18.08.2017 - 11:44

Trupulleikin við mótstøðuførum bakterium verður tikin í størsta álvara, og tamarhald er á støðuni.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Bjørt Samuelsen, sum hevur spurt um málið.

Sirið Stenberg sigur, at eingin tilburður hevur verið síðani 2015/16.

Men neyðugt er fylgja gongdini neyvt, so røttu tiltøkini kunnu verða sett í verk.

Síðani 2007 hevur smittuverjufrøðingur verið í starvi á landssjúkrahúsinum, og starvið umfatar øll trý sjúkrahúsini umframt primera geiran. 

Í fjør varð hetta økið raðfest við hálvari millión krónum.

Harumframt eru smittuverjuumboð knýtt at øllum deildum.

Tveir mikrobiologar frá Serumstovninum í Danmark eru fast knýttir at Landssjúkrahúsinum, og teir eru á hvørjum ári eina viku á Landssjúkrahúsinum. 

Ein mýlafrøðingur er knýttur at rannsóknarstovuni, og harumframt er útgerð fingin til vega, sum munandi skjótari kann staðfesta fjølmótstøðuførar bakteriur.

Landssjúkrahúsið samstarvar eisini við Apoteksverkið. Ein farmaseutur starvast hálva tíð á Landssjúkrahúsinum, og hann skal ráðgeva og undirvísa á økjum, sum t.d. nýtslu av antibiotika.

Sirið Stenberg sigur í svarinum til Bjørt Samuelsen, at tørvur er á at taka málið um fjølmótstøðuførar bakteriur í størsta álvara. 

Ein røð av tiltøkum er longu sett í verk, og dentur verður lagdur á at menna tiltøkini.

Landsstýriskvinnan hevur eisini gjørt av at orða eina antibiotika-politikk fyri Føroyar, sum skal koma í gildi skjótast til ber.

Sjøtul er settur á arbeiðið, sum verður gjørt í samráði við viðkomandi partar á økinum, sigur Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819