Fyrstu fiskirættindini fara undir hamaran í dag

22.08.2017 - 07:10
AktueltVinna
Fyrstu fiskirættindini fara undir hamaran í dag
Fiskamarknaðurin selur makrel og tosk á uppboði í dag. Fyrsta av átta uppboðssølum er eftir døgurða.
Fyrsta uppboðssølan á hesum sinni verður í dag. Myndin er gomul.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Fyrsta uppboðssølan av rættindum at fiska verður á Fiskamarknaðinum í dag klokkan eitt.

Seld verða rættindi at fiska 5.447 tons av makreli og 1.106 tons av botnfiski í Barentshavinum.

Fiskimálaráðið fer at selja rættindi at fiska 121 túsund og 315 tons av fiski á uppboði á átta uppboðssølum nú í august og september.

Nógv tað mesta er uppsjóvarfiskur, sild, svartkjaftur og makrelur, og 2.827 tons eru botnfiskur í Barentshavinum.

Vørn hevur fýra afturlatnar uppboðssølur hósdagar, tann fyrsta verður hósdagin. 

Fiskamarknaðurin hevur fýra opnar uppboðssølur týsdagar, tann fyrsta verður í dag.


 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. november
Ámæli
74637
Týsdag 21. november
Savnsgull: Ungar hendur 3
74606
Týsdag 21. november
3-2
74577
Sunnudag 19. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
74474
Sunnudag 19. november
Andaktin
74473