Høgni skal standa til svars í nevnd á middegi

bannari
22.08.2017 - 08:49
AktueltPolitikkur
Høgni skal standa til svars í nevnd á middegi
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, skal svara um tað, hann segði í tinginum 8.mars.
Høgni Hoydal er kærdur fyri at siga ósatt í løgtinginum, tá hann segði, at fiskivinnunýskipanin ikki ger støðuna verri hjá nøkrum.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Á middegi í dag skal Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund hjá Landsstýrismálanevndini.

Hann skal svara spurningum hjá nevndini um tað, hann segði í løgtinginum tann 8.mars um lógaruppskotið um fiskivinnunýskipan. 

Tá segði hann, at nýggja fiskivinnuskipanin fær onga ávirkan á tey, sum longu nú eru í fiskivinnuni.

Tríggjar kærur um Høgna

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hevur kært Høgna Hoydal.

Og Landsstýrismálanevdin hevur av sínum eintingum tikið málið upp. 

Jógvan Skorheim, formaður, hevur skrivað undir fyri nevndina.

Tríggjar kærur eru á skránni hjá Landsstýrismálanevndini í dag, allar um Høgna Hoydal.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro