Breti horvin í Føroyum

Breti horvin í Føroyum
Phillip Wallam er 58 ár. Hann hevði flogbillet til Edinburg tann 17. august men møtti ikki. Løgreglan frættir fegin frá fólki, ið vita um Phillip
Phillip Wallam
 
22.08.2017 - 17:45

Løgreglan leitar eftir einum 58 ára gomlum breta, sum er horvin, meðan hann hevur verið í Føroyum

Maðurin eitur Phillip Wallam og kallar seg Phil Wallam. Hann er helst komin til Føroya tann 6. august og hevði ferðaseðil við flogfari úr Føroyum tann 17, august til Edinburg, men møtti ikki. 

Nú sóknast stjórin hjá honum eftir honum hjá føroysku løgregluni.

Phil Wallam er er 58 ár og sigst at vera í Føroyum á camping feriu, kanska í telti og skuldi vera í Føroyum í umleið tvær vikur.

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hevur hitt hann og kanska veit, hvar hann kann hava verið. Hetta eitt nú fyri at vita, hvar man skal leita eftir honum, um hann er farin í fjøllini.

Mynd av manninum er á heimasíðini hjá okkum kvf.fo 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585