Endi slitnaði tá stakkarin koyrdi um borð á Sam

Endi slitnaði tá stakkarin koyrdi um borð á Sam
Stakkarin var hálvur á bildekkinum og hálvur uttanfyri í nakrar tímar
Sam verður liggjandi í Havn í hvussu so er til middags.
 
23.08.2017 - 09:05

Ein endi hjá Sam slitnaði, tá stakkarin koyrdi um borð, og tí fór skipið út frá.

Stakkarian hekk hálvur út av bildekkinum, sum var ájavnt við sjógvin av tyngdini. Stakkarin vigar 76 tons.

Kranin hjá Tórshavnar havn fekk stakkaran í land aftur. 

Ein annar stórur krani var eisini á staðnum til at taka.

Vardi tríggjar tímar

Hendingin í Krókinum á eystaru bryggju í Havn í nátt vardi tríggjar tímar, frá klokkan tvey til fimm.

At síggja fekk Sam ikki nevniverdan skaða, men eftir eina slíka hending skal alt skipið kannast, tí tað er ferðafólkaskip, sigur Strandferðslan.

Hetta skuldi verið liðugt á middegi. 

Um einki brek verður funnið, kann Sam fara í sigling aftur seinnapartin, upplýsir Strandferðslan. 

Sam liggur í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819