Landsstýrið biður um pengar at bjarga Fiskaaling

Landsstýrið biður um pengar at bjarga Fiskaaling
P/f Fiskaaling hevur bæði hall og negativa eginogn og kassakreditturin minkar á nýggjárinum
Landsstýrið biður løgtingið hjálpa sær at bjarga Fiskaaling.
 
24.08.2017 - 07:08

Vinnumálaráðið biður nú aftur løgtingið um níggju milliónir krónur at seta í P/f Fiskaaling.

Fiskaaling krevur nýggjan partapening, so lívfiskastøðin verður verandi á almennum hondum.

Nógv ár við vánaligum rakstrarúrslitum, sum serliga eru komin av rognunum, sum nú eru steðgað, hava gjørt, at P/f Fiskaaling hevur negativa eginogn.

Nevndin í felagnum ætlaði at selja lívfiskastøðina í Skopun til privatar íleggjarar fyri at fáa pengar í felagið. 

Men tað vildi Vinnumálaráðið ikki. Lívfiskastøðin skal vera almenn, heldur landsstýrið.

Men verður lívfiskastøðina í Skopun hóast alt seld, so fær landið tær níggju milliónirnar aftur.  

Negativ eginogn

Eginognin hjá P/f Fiskaling er góðar 8,3 mió. kr. tann skeiva vegin. 

Úrslitið í fjør var hall upp á 18,1 millión.

Skuldin við árslok 2016 var 20,4 milliónir.

Landið rindar 500.000 kr. í nýggjum partapeningi og 8,5 milliónir í nýggjum kapitali.

Tað verður sambært lógaruppskotinum gjørt soleðis, at landsstýrismaninum í vinnumálum sleppur at hækka partapeningin til yvirkurs soleiðis, at upphæddin, sum verður skotin inn í felagið, kann vera upp í níggju mió. kr. 
  

Givið við rognum

Løgtingið er biðið um at játta tær níggju milliónirnar.

Avgjørt er, at Fiskaling ikki longur fæst við rogn, tí alifeløgini ikki vilja binda seg til at keypa rogn frá Fiskaaling. 

Seinast, landið hæækaði partapeningin í Fiskaaling, sum er 100 prosent alment felag, var í 2009.

Teir pengarnir komu úr Endurgjaldsgrunni alivinnunnar, sum varð lagdur niður. 

Kassakredittur  minkar

BankNordik hevur boðað frá, at hann vil hava eina ætlan um, hvussu Fiskaaling rindar niður skuldina og fær rættað eginognina. 

Kassakreditturin í BankNordik er galdandi til 31.desember í ár. Eftir tann dag lækkar kreditturin niður í 7,2 mió. kr. 

P/f Fiskaaling fær 9,5 mió. kr. um árið í studningi úr landskassanum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964