Uttan virknað um hon ger seg inn á aðrar lógir

bannari
25.08.2017 - 13:10
AktueltPolitikkur
Uttan virknað um hon ger seg inn á aðrar lógir
Lars Løkke Rasmussen hevur sent løgmanni hoyringarsvar um stjórnarskipanina
Lars Løkke Rasmussen er millum tey 120, sum hava sent løgmanni hoyringarsvar.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Føroyska stjórnarskipanin fær ongan rættarvirknað ella bara avmarkaðan rættarvirknað, har sum hon ikki er í samsvari við grundlógina, heimastýrislógina og yvirtøkulógina.

Tað er, um verandi uppskot verður samtykt.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, í sínum hoyringarskrivi um stjórnarskipanina.

Forsætisráðharrin spurdi í danska Løgmálaráðnum um uppskotið, og hann vísir til svarið haðani í sínum hoyringarsvari.   

Hjá donsku stjórnini er avgerandi, at danska grundlógin framvegis verður galdandi í Føroyum, so leingi Føroyar eru í ríkinum.

Lars Løkke Ramussen biður um, at stjórnin verður kunnað, um arbeiðið við stjórnarskipanini ger, at ivi verður um stjórnarskipanarligu støðu Føroya.

Løgmálaráðið sigur í sínum uppriti, at soleiðis sum uppskotið nú er orðað, er ætlanin, at grundlógin framvegis verður  galdandi í Føroyum.


 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. september
3-2
Mánadag 18. september
Andaktin
Sunnudag 17. september
Guðstænasta í gjónni við Gjógv
Mánadag 11. september
3-2
Sunnudag 10. september
Guðstænasta úr Dómkirkjuni