Mótmæltu álopinum í Barcelona

Mótmæltu álopinum í Barcelona
Fólk í hundraðtúsundatali vóru á høvuðsgøtuni
Mynd: Savnsmynd  
 
27.08.2017 - 11:34


Fólk í hundraðtúsundatali gingu í gjár mótmælisgongu í miðbýnum í Barcelona og mótmæltu álopinum, sum hernaðarligir islamistar framdu 17. august. 15 fólk lótu lív.

Í mótmælisgonguni vóru Filip kongur og Mariano Rajoy, forsætisráðharri, saman við borgarum, bjargingarfólki og handilsfólki, ið lupu til at hjálpa teimum, sum fingu skaða í álopinum, tá ein vøruvognur koyrdi á fólk á La Rambla - høvuðsgøtuni í Barcelona.

"Eg eri ikki bangin"

Tey, sum gingu fremst í mótmælisgonguni hildu í ein breiðan dúki, har skrivað stóð: "Eg eri IKKI bangin".

Í mótmælisgonguni vóru eisini nógv katalansk fløgg at síggja, og summi mótmælu at kongurin var við og bóðu hann fara.

Barcelona er høvuðsstaður í Katalonia, og har verður fólkaatkvøða í oktober mánað um sjálvstýri, men myndugleikarnir í Madrid ikki vilja góðkenna fólkaatkvøðuna.

-----
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585