Fólk, sum taka náta, verða biðin um at ansa sær

Fólk, sum taka náta, verða biðin um at ansa sær
Ávarað verður framvegis móti nátasjúkuni, hóast sjúkan at kalla ikki er í Føroyum longur
Átiligur og vandaleysur eisini er hann, tá hann er royttur og saltaður.
 
30.08.2017 - 07:32

Nú nátatíðin er byrjað, minnir Heilsufrøðiliga starvsstovan á nátasjúkuna og ikki minst, hvussu hon kann fyribyrgjast.

Tey, sum taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæði væl, tá veiðan er liðug.

Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar undir og eftir nátaveiðu. 

Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn fólk til dømis eta ella festa sær í. 

Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. 

Kloraminpulvur

Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa tað upp í vatni fáast á apotekunum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Av tí, at fjaðrar kunnu vera dálkaðar, verður mælt til at skálda nátan, ikki royta hann. 

Nátarnir eiga at verða skáldaðir sama dag, teir verða tiknir. 

Fjaðrar, innvølir, tóm kloraminíløt og annað frá nátaveiðuni skulu latast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB.

Íligin náti, tað er saltaður náti, smittar ikki.

Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at nátar, sum verða seldir, skulu vera royttir og ílignir.

Ring sjúka men ikki vanlig

Nátasjúkan er ring at fáa.

Vanligu sjúkueyðkennini eru lungnabruni við skjálvta og fepri, 39 stigum, turrur hosti og høvuðpína. 

Tey sjúku eru ússalig og ofta í ørviti. 

Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at sjúk nóg illa kenna seg sjúk. 

Heldur nakar seg hava fingið nátasjúkuna, sum vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, skulu tey alt fyri eitt fara til lækna.

Nátasjúka er tó ikki vanlig longur í Føroyum. Seinastu 15 árini eru tveir tilburðir fráboðaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010