Ongan skund at broyta mistak í lógini um rúsevni

Ongan skund at broyta mistak í lógini um rúsevni
Nú eru 20 mánaðir siðani føroyskir myndugleikar spurdu í Danmark. Har arbeiða tey enn við málinum.
Heimskendi sangarin Kris Kristofferson hevur kent sviðan av mistakinum í lógini. Hann góðtók at rinda sekt fyri at hava við sær marjuana til Føroya. Men mál hansara skuldi kortini í rættin.
 
30.08.2017 - 07:10

Danir hava ongan skund at rætta eitt mistak, sum kom í lógina um rúsevni, seinast hon varð broytt. 

Tað er lógin, sum er galdandi í Føroyum.

Tað tekur tíð at fáa lógina broytta so ikki er neyðugt hjá fútanum at fara í Føroya rætt við hvørjum einasta sektaruppskoti, hóast tann, sum hevur fingið uppskotið, játtar seg sekan og vil gjalda sektina.

Hetta kom í lógina, seinast hon varð broytt.

Fútin hevur fyri langari tíð síðani gjørt vart við mistakið.

Spyr í januar 2016

Heilsu- og Innlendismálaráðið gjørdi vart við málið í Danmark fyrst í 2016, men enn er eingin lógarbroyting á veg, sæst í innliti, sum Útvarpið hevur fingið frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Broytingin skal koma úr danska Løgmálaráðnum, tí lógin er donsk.

Hálvt annað ár eftir, at Heilsu- og Innlendismálaráðið heitti á danska myndugleikar um at broyta lógina, er einki uppskot komið úr Danmark.

Hetta var í mars í fjør. 

Heilsu- og Innlendismálaráðið rykti eftir svari í apríl, mai og juni.

Svar í juni

Ikki fyrr enn tá, fyrst í juni í fjør, kom svar úr Danmark. 

Danska Heilsumálaráðið svaraði tá, at tað hevði sama dagin biðið Løgmálaráðið siga sína hugsan um málið.

Fyrst í september spyr Heilsu- og Innlendismálaráðið aftur um málið.

Danska Heilsumálaráðið svarar, at tað hevur spurt í Løgmálaráðnum.

Tað svarar ein mánað seinni, fyrst í oktober, at tað svarar væntandi fyri árslok.

Nú er vit so í februar í ár. Enn eina ferð spyr Heilsu- og Innlendismálaráðið um málið.

Framvegis eingin broyting 

Danska Løgmálaráðið arbeiðir framvegis við tí, er svarið úr danska Heilsumálaráðnum. 

6.juni var fundur millum heilsumálaráðini í Føroyum og Danmark.

Tá varð upplýst, at Løgmálaráðið arbeiðir við fleiri loysnum.

Løgmálaráðið sigur nú, at neyðugt er at broyta rættargangslógina, tí talan er um revsing.

11.august spyr Heilsu- og Innlendismálaráðið aftur eftir málinum.

23.august svarar Heilsumálaráðið í Danmark, at tað hevur spurt Løgmálaráðið.

Og her er so málið nú.  

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652