Spyr um Selatraðarvegin

Spyr um Selatraðarvegin
Annita á Fríðriksmørk hevur sent landsstýrismanninum í samferðslumálum fyrispurning um vegagerðina
 
01.09.2017 - 06:08

Annita á Fríðriksmørk í Tjóðveldi vil hava at vita frá Henriki Old, landsstýrismanni, nær ætlanin er at gera Selatraðarvegin lidnan, og hvussu nógv arbeiðið fer at kosta.

Á langtíðar fíggjarkarminum fyri 2018 er landsstýrissamgongan samd um, at peningur skal setast av at gera Selatraðarvegin lidnan.

Landsverk hevur fyrr mælt til at játta millum tvær og fimm milliónir kr. um árið at breiðka og dagføra vegin.

Annita á Fríðriksmørk sigur, at undirtøka hevur ikki verið fyri at gera vegin lidnan, men nú sær út til, at politiskur vilji er at fremja ætlanina.

Hon spyr eisini Henrik Old, hvussu langa tíð, hann metir, at arbeiðið fer at taka, og hvaðani ætlanin er at fáa grótið til at breiðka Selatraðarvegin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585